15. 07. 2024

MP TEKNIK 20 ÁR

Hin 15-07-2004 varð MP Teknik sett á stovn.

Brøðurnir Malvinus og Olivur Petur í Gong (vanliga nevndur Petur) byrjaðu felagið. Tað er har MP kemur frá.

Byrjað var í garaguni hjá abbanum, Malvinusi Joensen, á Bumshamarsvegi 7 í Klaksvík, har brøðurnir vuksu upp.

Í mars 2006 varð flutt heim í miðhæddina hjá Ressa til 1. Juni 2006, tá ið MP Teknik ognaði sær bygningin á Klaksvíksvegi 12 frá Rana Nolsøe, ið er gomlu húsini hjá Eskild Norðbúð. Høvuðsskrivstovan er har enn í dag. MP Teknik hevur í dag eisini deildir í Funningsfirði, Tórshavn og Vági.

Hesa tíðina løgdust Willemoes Olsen, Poul Norðoy, Johnny Mikkelsen og Bogi Simonsen afturat fyritøkuni. Fleiri broytingar hava verið síðani, og fyritøkan er í støðugari menning.

Myndirnar eru tiknar uttanfyri garaguna í barnaheiminum í 2005, uttanfyri Old Trafford í 2016 og í løgtinginum í 2023.