08. 09. 2023
MP Teknik veitari hjá DMN-Westinghouse
MP Teknik og DMN-Westinghouse hava gjørt samstarvsavtalu.
Avtalan inniber, at MP Teknik er umboð hjá DMN-Westinghouse í Føroyum, har vit umboða teirra vørur og tænastur.
DMN-Westinghouse er heimsleiðandi veitari innan slúsur og ventilar, ið eru av høgari góðsku og lúka hægstu krøv, og hava tey 70 ára royndir á økinum. Slúsurnar vera nógv brúktar innan fóðring í alingini.
Vit í MP Teknik fegnast um avtaluna, og gleða okkum til samstarvið.
Hava tit fyrispurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á mpt@mpt.fo og tlf.459089