13. 01. 2023

ERT TÚ OKKARA SØLULÆRLINGUR

Vit leita eftir einum røskum og forvitnum persóni, ið vil vera ein partur av okkara sølutoymi.

Talan er um eitt spennandi arbeiðspláss, har tú kanst verða við til at menna fyritøkuna til framtíðar avbjóðingar.

UPPGÁVUR HJÁ TÆR:

- at selja vørur
- at røkja kundar
- Umsiting

VIT VÆNTA, AT TÚ…:

- ert fyrikomandi og blíð/ur
- ert opin og virkin
- arbeiðir skjótt og ert fleksibul
- hevur miðnáms prógv
- hevur koyrikort til bil

VIT BJÓÐA:

- eitt fjølbroytt og mennandi starv
- góðar umstøður og gott samanhald
- eitt arbeiðspláss har nógv hendir
- eina nýhugsandi fyritøku

Um MP Teknik:

MP Teknik er ein fyritøka, sum er staðsett í Klaksvík, men hevur eisini deildir í Funningsfirði, Tórshavn og Vági. MP Teknik selur og veitir tænastur innan ali- og fiskivinnuna. Fyritøkan hevur eitt gott arbeiðsumhvørvi og góðar umstøður.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Pætur Gerðalíð, søluleiðara, á tlf. 235701.

Umsókn skal sendast til: mpt@mpt.fo