04. 07. 2021

MP Teknik keypir meirilutan av Fokus Industry

Fokus Industry hevur fingið fleiri eigarar, har MP Teknik eigur størsta partin. Hetta verður ein fyrimunur fyri tænastuna til kundarnar, tá Fokus fær atgongd til tænastutoymir í Norðoyggjum, Eysturoy og Suðuroy. Tað vóru Willemoes Olsen frá MP Teknik og Christer Jacobsen frá Fokus Industry, sum undirskrivaðu sáttmálan.