08. 01. 2021

Á sjógvi og á landi

Virksemið hjá MP Teknik spennir víða. Nútíðar alivinnan setur alsamt vaksandi krøv til tól og tøkni, og elektronisku tólini skulu veitast og viðlíkahaldast allar dagar í árinum. Tað sama ger seg galdandi fyri fiskivinnuna, bæði á sjógvi og á landi.

Hornasteinurin í dagsins framleiðsluvinnum er ein støðug veiting av álítandi tænastu. Tað er júst her, at MP Teknik hevur sín tilverurætt. Júst sum við stovnan av felagnum, er aðalmálið eitt og hitt sama: FYRSTAFLOKS TÆNASTA