10. 12. 2020

MP Teknik hevur handað KÍ videoskipan

Í kvøld hava KÍ og MP Teknik undirskrivað eina langtíðar avtalu um uppsetan og hýsing av slóðbrótandi videoskipan.

- Vit eru sera fegin um avtaluna við MP Teknik sum inniber, at KÍ nú fær slóðbrótandi videoskipanina Pixellot, sum stórfeløg kring allan heim brúka, sigur Tummas Lervig, formaður.

KÍ fór tíðliga í ár undir eina royndartíð við slíkari videoskipan.

- Tað vísti seg, at tann fyrsta skipanin, sum vit royndu, ikki livdi upp til okkara krøv, og tí var leitað eftir einari nýggjari skipan, sum vit nú hava roynt og góðkent, sigur Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari.

Tað er ein eind, sum er fast monterað við Djúpumýru og klárar at filma allan vøllin í senn.

Skipanin verður í høvuðsheitum brúkt av Betri liðnum til taktiskar uppgávur. Venjaratoymið kann síggja upptøkur beinleiðis á beinkinum, og í hálvleikinum kunnu spælarar síggja endurtøkur.

Til venjing er skipanin eisini sera hent at hava, og verður hon tøk hjá øllum deildum í felagnum.

- Stroyming er eisini ein møguleiki við hesari skipanini. Serliga stroyming av ungdómsdystum og dystum hjá Betri kvinnum, sum í løtuni ikki eru at síggja aðrastaðni. Møguleikarnir eru nógvir, so vit fara at brúka skipanina, so gott vit kunnu, sigur Rói Clementsen, marknaðarsamskipari.

KÍ takkar MP Teknik, sum altíð hevur verið ein góður stuðul, fyri at gera tað møguligt hjá okkum at fáa so framkomna tøkni við Djúpumýru.