Radio og sjónvarp

Umframt UHFar, VHFar og aðra samskiftisútgerð, sum er listað undir bólkinum skip og bátar, hava vit MP Radio, sum sett verður umborð á skip ella í virkishøllir. MP Radio verður latið sum radioloysn ella sum radioloysn við (semi)intercom.

Vit hava altíð eitt úrvæl av Pioneer ljóðanleggum og hátalarum til bilar ella bátar. Til bátarnar hava vit eisini serligar hátalarar, sum tola sjógv ella  serliga harðførar hornhátalarar.

MP Teknik samstarvar eisini við norðurlendska veitaran av parabolsjónvarpi Canal Digital um sølu av haldi í Føroyum.  Vit kunnu greiða frá ymisku programmpakkunum og lata fegnir eina liðna skipan við uppseting av parabolskál og móttakara.

 

Vørur

Canal Digital
Parabolloysn við stórum úrvæli av kanalum, harav nógvar í HD

MP Radio
Radio og (semi)intercom til skip og virkisbygningar

Pioneer
Ljóðanlegg og hátalarar.

 

 
© MP Teknik. Sniðgivið og forritað hevur Faroe Media.